Uttanlands

Kina: Arktis er avgerandi fyri alt altjóða samfelagið

Kina er farið uppí kjakið um Grønland

Mao Ning, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

Mao Ning, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

2026-01-12 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kina fer nú uppí kjakið um um Grønland.

Mao Ning, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum sigur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð seinastu tíðina hevur sagt, at USA eigur at yvirtaka Grønland av trygdarávum, at Arktis hevur ein avgerandi týdning fyri alt altjóða samfelagið.

Eisini sigur kinesiska uttanríkismálaráðið, sambært Ritzau, at USA ikki eigur at brúka onnur lond sum grundgeving fyri at fremja egin áhugamál.

Trump hevur m.a. brúkt Kina og Russland sum grundgeving fyri, at USA eigur at yvirtaka Grønland. Ger USA ikki tað, fara Russland og Kina eftir tí, hevur hann m.a. sagt.

Les eisini: Trump: Nato hevur meira tørv á USA, enn USA hevur tørv á Nato

Kinesiska uttanríkismálaráðið undirstrikar eisini, at viðurskiftini millum statir skulu handfarast í samsvari við ST-sáttmálanum.

Eisini verður heitt á USA um at virða rættin hjá ørðum londum at vera til staðar í Arktis.

Kina er til staðar í Arktis fyri at fremja frið, støðufesti og burðardygga menning av økinum, sigur Mao Ning.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder