Nato hevur meira tørv á USA, enn USA hevur tørv á Nato.
Tað segði amerikanski forsetin við journalistar umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One herfyri. Tað hoyrist í einum ljóðbroti, sum Hvítu Húsini hava deilt á YouTube.
Tá Trump varð spurdur, um USA hevur givið Danmark eitt tilboð viðvíkjandi Grønlandi, segði hann, at tað hevði hann ikki.
– Men Grønland eigur at gera eina avtalu. Tí Grønland ynskir ikki at síggja Russland ella Kina yvirtaka, segði hann.
– Vit fara ikki at loyva tí at henda. Og um tað ávirkar Nato, so ávirkar tað Nato. Men tey hava nógv meira tørv á okkum, enn vit hava tørv á teimum.
Tá amerikanski forsetin varð spurdur um fráboðaðu ætlanirnar hjá Stórabretlandi og Týsklandi um eitt felags Nato-umboð fyri at verja Grønland, segði hann, at tað ikki broytir hansara meting av støðuni.
Les eisini: Svøríki: – Skulu vera til reiðar at senda herfólk til Grønlands
– Vit tosa um at ognartaka tað, (Grønland, red.), ikki um at hava tað í eitt stutt tíðarsekið. Vit tosa um at ognartaka tað. Gera vit ikki tað, fer Russland ella Kina at gera tað, og tað fer ikki at henda, tá eg eri forseti.
Trump vísti á, at USA longu hevur herstøðir í Grønlandi, og kan hann senda nógv herfólk til Grønlands, um hann ynskir tað.
– Men mann hevur tørv á meira enn tað. Mann hevur í síðsta enda tørv á at eiga tað, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald