Uttanlands

Kina: Minst 60 fólk deyð eftir ógvusligt regn og yvirflóð

Bejing og norðari partur av Kina hevur verið hart raktur síðstu vikuna. Fleiri fólk eru eisini saknaði vegna veðrið

2025-07-31 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Minst 60 fólk eru deyð í norðara parti av Kina, sum seinastu vikuna ella so hevur verið raktur av ógvusligum regni.

Yvirflóðir hava eisini verið, og hetta hevur kosta nógvum lívi.

Sambært myndugleikum í Kina og altjóða tíðindastovum eru eisini nógv fólk saknaði - í øllum førum níggju.

Tað hevur millum annað regnað óvanliga nógv í høvuðsstaðnum Beijing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder