Uttanlands

Kina og USA fundast í London

Mánadagin hittast umboð fyri USA og Kina í bretska høvuðsstaðnum at umrøða handilsviðurskifti

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-06-07 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin hittast umboð úr USA og Kina í London at samráðast um handilsviðurskifti, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin Scott Bessent, amerikanski handilsmálaráðharrin Howard Lutnick og Jamieson Greer, amerikanskt handilsumboð, luttaka á fundinum, skrivar Ritzau.

Hósdagin tosaði Trump í telefon við kinesiska forsetan, Xi Jinping. Talan var, sambært Trump, um eina sera góða samrøðu, sum snúði seg um handilsviðiskifti.

Seinastu mánaðirnar hevur handilskríggj verið millum londini, men í mai samdust londini um at lækka tollin á vørur hjá hvørjumøðrum.

Amerikanski tollurin á kinesiskar vørur lækkaði úr 145 niður í 30 prosent, meðan kinesiski tollurin á amerikanskar vørur fór úr 125 niður í 10 prosent. Avtalan skuldi vera galdandi í 90 dagar, men í síðstu viku helt Trump uppá, at Kina hevði brotið avtaluna uttan at greiða nærri frá.

Amerikanski forsetin sigur, at hann væmtar, at fundurin millum USA og Kina mánadagin fer at ganga væl.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder