Uttanlands

Kina til reiðar til at taka samráðingarnar við USA upp aftur

Hetta boðaði Donald Trump frá á G7 toppfundinum, har USA og Japan eisini kunngjørdi, at tey høvdu gjørt handilsavtalu

Trump fegnast um avgerðina hjá Kina (Mynd: EPA)

Trump fegnast um avgerðina hjá Kina (Mynd: EPA)

2019-08-26 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

USA boðaði undan vikuskiftinum frá, at landið fer at leggja størri toll á vørir frá Kina. Vørir frá Kina fyri 250 milliardir dollarar, sum í løtuni hava álegdan toll á 25 prosent, fáa frá fyrsta oktober ein toll á 30 % í USA. Tollur á vørum fyri 300 millardir afturat verður hækkaður frá 10 upp í 15 % Hetta skrivar Reuters. 

Hetta kom, eftir at Kina hevði lagt størri gjald á amerikanskar vørur. Talan er um eitt stórt handilskríggj, ið stórveldini hava verið í síðani í fjør. 

Sambandið millum risastóru londini er versnað nógv, men nú bendir nakað á, at tað fer at gerast betri. Forsetin í Xi Jinping hevur rætt hondina út, og USA hevur fingið at vita, at Kina er til reiðar at koma til samráðingarborðið. Hetta hevur Donald Trump kunngjørt í samband við G7-fundin í Fraklandi

USA hevur júst gjørt eina nýggja handilsavtalu við Japan. Hetta varð eisini boðað frá á G7-toppfundinum í Biarritz. Sambært Ritzau hava Trump og japanski forsætisráðharrin Abe skrivað undir eina avtalu, sum um landbúnað, ídnaðartoll og digitalan handil og minka um handilsstríðið ímillum hesi londini.

Keldur: TV2 og KVF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder