Fyri skjótt átta árum síðan lat Xiaomei Cai upp kinesiska matstovu í hølunum yviri við Strond í Havn, sum áður hevði hýst Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Nú flytir matstovan. Eftir at hava verið stongd síðani á jólum, letur Matstovan Seven upp nakrar fáar hundrað metrar frá fyrrverandi hølunum, nevniliga í J. Broncksgøtu 31, sum fyrr hevur hýst Harley Davidson motorsúkkluhandlinum.
Eftir eina umfatandi umbygging er nú klárt at bjóða gestunum innar. Xiaomei Cai kemur úr Fujian landslutinum í Kina – tað er landsluturin, sum liggur beint innan fyri oynna Taivan. Søguliga er hesin landslutur kendur fyri, at nógvir íbúgvar eru fluttir til onnur lond, eitt nú Maleisia, Indonesia og Singapore.
Nýggju hølini eru størri, og rúma tvífalt so nógvum fólkum, sum í gomlu matstovuni. Køksumstøðurnar gera tað eisini munandi betri at reka matstovu, verður sagt.
Matstovan Seven borðreiðir við siðbundnum kinverskum rættum, sum Xiomei hevur havt við sær heimífrá. Nudlur or rís er aftur við nógvum av rættunum, ið eru gjørdir við skornum kjøti av oksa ella høsnarunga. Harumframt eru eisini t.d. várrullur og dumplings, ymsar suppur og ymsir vegetariskir rættir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald