2018-06-28 19:34
Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, vitjaðu í góðveðrinum í morgun í nýggja kirkjugarðinum í Hoyvík. Kirkjugarðurin liggur omanfyri Klingruna við vøkrum útsýni inn í Tangafjørð og Skálafjørð.
Annað byggistig bleiv liðugt herfyri og umleið 350 gravir standa klárar í nýggja kirkjugarðinum. Nú vantar bara liðugtgerð, talan er um parkeringsøki og atkomuveg, kantsteinar, asfaltering, uppstriking, gøtur, gøtuljós, garð, portur, kloakk og rørføringar, skúr til gravara, vollar o.a.
Samstarvið við KONSAX hevur gingið sera væl. KONSAX hevur givið tilboð at gera kirkjugarðin lidnan, býráðið játtaði herfyri at seta av 8,5 miljónir til liðugtgerð av kirkjugarðinum. Mett verður, at eftirverandi arbeiðið verður liðugt einaferð seint komandi vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald