Innanlands

Kirkjuhúsið, Arnes Minde, verður vígt sunnudagin

Henda dagin verður eisini løgd fram ein bók um húsið, sum Lív Arge Simonsen hevur skrivað

Arnes Minde áðrenn umbyggingina (Savnsmynd)

Arnes Minde áðrenn umbyggingina (Savnsmynd)

2024-09-24 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kirkjuhúsið hjá Havnar kirkju, bygningurin í Bringsnagøtu, kallaður Arnes Minde, og eitt nú hevur verið brúktur sum politistøð, ráðhús og ungdómshús umframt mangt annað, verður tikið í brúk sunnudagin eftir umfatandi umvæling og umbygging.

Kirkjustova, Arnes Minde, verður vígt í sambandi við hátíðargudstænastu í kirkjuni sunnudagin, á mikkjalsmessu, kl. 11.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, vígir Kirkjustovu, boðar kirkjuráðið frá.

Eftir vígsluna eru øll boðin til spritubitar og ein drekkamunn í Kirkjustovu, Arnes Minde.

Henda sama dag verður eisini løgd fram ein bók um Kirkjustovu: “Kirkjustova, Arnes Minde – søgan um húsini”. Tað er Lív Arge Simonsen, ið hevur skrivað.

Vígsludagin verður Kirkjustova, Arnes Minde, opin frá klokkan 12 til 15, har høvið verður at síggja húsini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder