Innanlands

Kirvi komið við nýggjum íste við ferskusmakki

Kirvi er komið á marknaðin við enn einari vøru hetta summarið

(Mynd: Kirvi)

(Mynd: Kirvi)

2024-09-06 13:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið Kirvi í Lopra, ið áhaldandi roynir at vaksa um sítt vøruúrval, kom síðst í juni út við eini fløsku við passiónfruktsmakki í Sweet & Sparkling røðini. Passiónsfruktdrykkurin er ein mildur, eksotiskur og frískligur drykkur, sum kann drekkast alt árið.

[object Object]

Tann nýggja Kirvi-íste’in, sum longu er á flestu handilshillunum, er eitt smakkbland av søtum og saftigum ferskum, natúrligum tebløðum og sitrónsmakki, ið samanblandað gevur eina leskiliga smakkuppliving.

Kirvi strembar altíð eftir at gera vælsmakkandi hágóðskuvørur, ið eru eitt sunnari alternativ. Sum flest øll vita, so er tað tað náttúrureina og mineraliseraða Kirvi-vatnið úr Lopra, ið er grundarsteinurin og bulurin í makaleysu vørunum, sum Kirvi - nærlagt og góðskurtryggja – velur at koyra út á marknaðin. 

Í februrar varð Kirvi-vatnið umrøtt av fleiri vatnsommelierum á skeiði í Týskland, og tá fekk tað bestu skoðsmál; bæði sum still vatn, men eisini sum sera væl hóskandi til smakkbland, ið nýggja Kirvi-íste’in eisini speglar væl. Men smakkurin fyllir lítið, tí omanfyri 99,5% av innihaldinum av øllum Kirvi vørum reint vatn úr Lopra.

- Vit eru ótrúliga spent uppá at presentera okkara seinasta ískoyti til Kirvi familjuna: Kirvi ferskusmakkað íste, sigur Hallur Augustinussen, stjóri á Kirvi.

Víðari sigur Hallur.

- Vit eru einasta virkið í Føroyum, sum hava eina ávegis góðkenning til natúrligt minreral vatn, ið opnar upp fyri heilt nýggjum møguleikum á altjóða marknaðinum, sum okur eru øgiliga spent uppá. Men fyrst og fremst ynskja okur at framleiða vørur, sum føroyingurin tekur til sín. Okra endamál er at framleiða burðardyggar og heilsugóðar vørur til føroyingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder