Føroyska mineralvatnið Kirvi fæst nú á fyrsta sinni í Grønlandi. Í samstarv við grønlendsku heilsøluna KK Engros, sum eigur stóru matvøruketuna Pisiffik, er eitt breitt úrval av vørum frá Kirvi nú at síggja í grønlendskum handlum.
Hetta er ein liður í at víðka um virksemið hjá felagnum og flyta seg longur útum landoddarnar.
- Grønland er ein marknaður, sum vit hava havt áhuga í longri tíð, tí har hevur verið eftirspurningur bæði frá grønlendingum og føroyingum í Grønlandi. Vit hava nú endiliga fingið møguleikan og eru sera glað og errin um hetta nýggja samstarvið við KK Engros, sigur Hallur Augustinussen, stjóri í Kirvi.
Kirvi hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at víðka søluna gjøgnum álítandi handilssamstarvsfelagar bæði í Grønlandi og í øðrum londum í Evropa. Við Grønlandi sum nýggjum marknaði kemur felagið nærri síni visión um at gera føroyskt mineralvatn – Kirvi - atkomuligt fyri enn fleiri kundar uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald