Uttanlands

Kjak millum Vance og Walz 1. oktober

Amerikonsku varaforsetavalevnini hava játtað at kjakast á CBS News 1. oktober

J.D. Vance, senatorur úr Ohio, og Tim Walz, guvernørur í Minnesota (Mynd: Getty Images)

J.D. Vance, senatorur úr Ohio, og Tim Walz, guvernørur í Minnesota (Mynd: Getty Images)

2024-08-16 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. oktober verður amerikanska sjónvarpsrásin CBS News vertur fyri fyrsta kjakinum millum Tim Walz og J.D. Vance, varaforsetavalevni hjá ávikavist Demokratunum og Republikanarunum.

Tað vátta bæði Walz og Vance á sosiala miðlinum X sambært tíðindastovuni AP.

CBS News hevði givið valevnunum fýra møguligar dagar at kjakast - 17. september, 24. september, 1. oktober og 8. oktober.

Vance hevur eisini bjóðað Walz av til eitt kjak 18. september, men sambært AP hevur Walz ikki tikið av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder