Í nátt okkara tíð var fyrsta - og kanska einasta - sjónvarpskjakið millum amerikonsku forsetavalevnini Donald Trump og Kamala Harris. Brot úr kjakinum síggjast omanfyri.
Republikanska valevnið vann lutakastið um, hvør skuldi hava fyrsta orðið og valdi at geva Kamalu Harris heiðurin.
Harris byrjaði við at leggja Trump undir at ynskja fleiri skattalættar til fyritøkur og rík fólk, ein ætlan, sum sambært henni kann væntast at økja skuldina hjá USA við 5000 milliardum dollarum.
Sambært Harris var búskapurin í sori, tá Trump fór úr Hvítu Húsunum.
– Donald Trump legði eftir sær størsta arbeiðsloysið síðan Depressiónina, segði hon.
Til hetta svaraði Trump, at tað er fíggjarpolitikkurin hjá Kamalu Harris, sum hevur elvt til høgu inflsjónina og gjørt amerikanarar fátækari.
– Fólk kunnu ikki fara út og keypa inn til morgunmat, segði hann.
– Okkara fólk er doyggjandi orsakað av tí, sum tey (Harris og Biden, red.) hava gjørt. Tey hava oyðilagt okkara búskap.
– Er hetta tað, fólk ynsktu
Síðani varð tosað um fosturtøku.
Kamala Harris legði Trump undir at vilja avmarka rættin til fosturtøku í USA uppaftur meira, eftir at hægstirætturin í 2022 ógildaði eina avgerð frá 1973, sum tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í øllum statum.
Tað vóru tríggir hægstarættardómarar, sum Trump hevði tilnevnt í sínari tíð sum forseti, sum vóru avgerandi fyri, at meiriluti var fyri at avtaka rættin til fría fosturtøku, og sambært Trump var tað at geva statunum rættin til at avgera fosturtøkuspurningin nakað, sum øll ynsktu.
– Sigur tú, at hetta er tað, fólk ynsktu? spurdi Harris og sipaði til "barnakonur, sum bløða út í einum bili", tí tey ikki hava atgongd til fosturtøku.
Trump legði hinvegin Harris undir at ynskja fría fosturtøku langt inn í viðgongutíðina - eisini eftir, at eitt fostur er lívført uttan fyri lívmóðrina. Hann hevur áður lagt Harris undir at vilja loyva dráp av nýføðingum.
Eisini varð tosað um tilflytarar, og her vildi Trump vera við, at tað er politikkurin hjá Joe Biden og Kamalu Harris, sum hevur økt talið á tilflytarum úr Suður- og Miðamerika.
Eisini endurtók hann eitt uppáhald um, at tilflytarar eta kelidjórini hjá fólki í statinum Ohio, hóast víst hevur verið á, at hetta ikki er satt.
Tá valevnini umrøddu støðuna í Gaza og Ukraina, segði Trump, at einki kríggj hevði verið, um hann framvegis var forseti, og Kamala Harris legði dent á tørvin á vápnahvíld í Gaza.
Møguliga einasta kjakið
Um hetta var einasta kjakið millum Trump og Harris er enn ógreitt. Umboð fyri valstríðið hjá Harris hava tó longu boðað frá, at Harris ynskir eitt kjak afturat í oktober.
Trump hevur áður sagt, at hann ynskir trý kjak. Eftir kjakið í nátt segði hann við miðlarnar, at tey "fara at kanna tað".
– Tey ynskja eitt kjak afturat, tí tey taptu, segði hann sambært The Washington Post.
Forsetavalið er 5. november, og vinnarin verður tikin í eið 20. januar.
Dagførd kl. 9.27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald