Innanlands

Kjarnorkurikin kavbátur í Nólsoyarfirði

Skal skifta manning her

USS San Juan (Mynd: wikipedia)

USS San Juan (Mynd: wikipedia)

2023-05-09 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski kavbáturin USS San Juan kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

Hetta boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í dag.

USS San Juan tók lut í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var í føroyskum sjóøki herfyri.

USS San Juan er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder