Innanlands

Klæða seg í reytt fyri fólkunum í Gasa

Amnesty skipar fyri mótmælisgongu í Havn seinnapartin hósdagin

Frá einum líknandi mótmælistiltaki uttan fyri Christiansborg í Keypmannahavn 18. juni (Mynd: EPA)

Frá einum líknandi mótmælistiltaki uttan fyri Christiansborg í Keypmannahavn 18. juni (Mynd: EPA)

2025-07-02 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hósdagin 3. juli skipar Amnesty International Føroyar fyri kravgongu fyri sivila fólkinum í Gasa, og fyri at heita á Føroya Landsstýri um at røkja sínar altjóða skyldur um at gera sítt fyri at støðga fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum.

Kravgongan endar á Speaker's Corner, har Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger halda røðu, Elin Brimheim Heinesen og Kári Sverrisson spæla nøkur løg, og Marjun Syderbø Kjælnes og Elin Brimheim Heinesen lesa upp yrkingar.

Eins og í kravgongunum, sum seinastu tíðina hava verið kring heimin, verður heitt á fólk um at fara í reytt fyri at draga eina felags linju og vísa, at vit langt síðani eru farin um reyða markið.

- Vit eru vitni til eitt kollaps av morali og altjóðalóg. Heimsins leiðarar hava svikið palestinar í Gasa – eisini Føroya politiska leiðsla hevur svikið. Lyftið um, at fólkadráp ongantíð aftur skuldi fara fram, kann ikki sigast at vera annað enn tóm orð. Millum Føroya politisku leiðarar valdar ein ræðandi tøgn, sum boðar frá líkasælu um ósek menniskjalív.

- Amnesty International Føroyar heitir á Føroya Landsstýri um at virða altjóða lóg, og gera alt fyri at fáa eina varandi vápnahvíld í lag, so týningin av palestinum fær ein enda, og at øll sivil fólk, sum eru tikin sum gíslar, verða leyslatin. Vit heita á Føroya landsstýri um alment at fordøma drápinum av ósekum palestinum í Gasa, og gera sítt fyri at fáa en enda á stongslinum av Gasageiranum og tryggja, at óheft neyðhjálp verður veitt um allan Gasageiran, skrivar Amnesty millum annað í innkallingini til tiltakið.

Meira á lesarin.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder