Innanlands

Klædnareglur benda á at mismunur verður gjørdur millum kyn

Javnstøðunevndin hevur sent út fráboðan um, at tað er í stríð við javnstøðulógina at gera mun á gentum og dreingjum, tá tað kemur til ásetingar um hvussu tey skulu vera ílatin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-14 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Javnstøðunevndin ávarar nú um, at tað kann vera í stríð við javnstøðulógina at seta í verk klædnareglur eins og tær, sum Vestmanna skúli hevur sett í gildi eru í stríð við javnstøðulógina.

- Tað, sum hevur verið á breddanum um klædnareglur í fólkaskúlum seinastu tíðina, ber boð um, at tað framvegis er neyðugt at vísa á, at mismunur vegna kyn ikki er loyvdur, staðfestir Javnstøðunevndin í eini fráboðan, varð send út í gjár.

- Tað er óheppið, um børn og ung í fólkaskúlanum verða áløgd reglur, ið eru orðaðar soleiðis, at tað kann setast spurnartekin við, um tað er munur á, hvat verður væntað av gentum og dreingjum, tí tað samsvarar ikki við grundleggjandi hugsjónum um javnvirði og javstøðu í dagsins samfelagi. Sama um hetta hevur verið tilætlað ella ikki, so hevur signalvirðið eisini týdning, og er hetta ein áminning um, at tað er týdningarmikið at hava javnstøðuperspektivið í huga, tá vit samskifta í øllum viðurskiftum og serliga, tá talan er um almennar stovnar, sum varða av børnum og ungum, skrivar nevndin víðari. 

(Rættað kl. 14.30. Javnstøðunevndin hevur gjørt vart við seg og víst á, at henda greinin í sínum upprunaliga líki ikki var í tráð við ta útmelding, sum javnstøðunevndin er komin við. Tí er yvirskrift og innleiðing til greinina broytt. Javnstøðunevndin vísir á, at hon ikki hevur viðgjørt ítøkiliga málið frá Vestmanna skúla)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder