Innanlands

Klaksvík eisini karmur um Atlantic Fair í 2024

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu og stjórin á Atlantic Fair undirskrivaðu sáttmála í gjár. Atlantic Fair verður næsta ár í Klaksvík fyri sjeyndu ferð

Áki í Skemmuni og Karl Johansen skrivaðu undir sáttmála í gjár (Mynd: klaksvik.fo)

Áki í Skemmuni og Karl Johansen skrivaðu undir sáttmála í gjár (Mynd: klaksvik.fo)

2023-02-16 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár hittust Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, har teir skrivaðu undir sáttmála, ið tryggjar Klaksvíkini rættin at hýsa Atlantic Fair eitt ár afturat. 

- Tað hevur stóran týdning, at kommunan áhaldandi arbeiðir við at skapar góðar karmar til vinnulívið, soleiðis at fyritøkur í kommununi kunnu samstarva og netverka við veitarar og kundar.

Hetta sigur Karl Johansen, borgarstjóri, ið fegnast um møguleikan.

Seinastu árini hevur stóra tiltakið verið á skrá í ítróttarhallunum í býnum, og hevur tað fingið nógvar fyritøkur og nógv fólk til Klaksvíkar

Áki í Skemmuni, stjóri fyri ráðstevnuna, sigur við klaksvik.fo, at umstøðurnar í Klaksvík at hava slíkar vinnu- og sølu stevnur eru sera góðar. Eftirspurningurin frá framsýnarum at er sera stórur og stevnan hevur eisini verið væl vitjað øll árini, sigur Áki.

Atlantic Fair verður í døgunum 28. - 30. mai 2024 í Klaksvík. Tað verður sjeynda árið, at stóra tiltakið verður á skrá í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder