Annar dagur hjá krúnprinsafamiljuni fer av bakkastokki í morgun, tá kongaskipið Dannebrog kemur á Klaksvík klokkan 9.
Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim taka ímóti.
Í Klaksvík verður vitjað á Biskupstorgi, Ósalund, og Norðoya Sparikassa. Á middegi fara krúnprinshjúnini út í Fulgoyar, har vitjað verður í bæði Kirkju og Hattarvík.
Seinnapartin eru tey í Mikladali, har millum annað Kópakonan skal skoðast. Um kvøldið er borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, vertur fyri døgurða.
Síggj skránna her:
Fríggjadagin tann 24. august í Klaksvík, á Kirkju, í Hattarvík og í Mikladali
Almenn móttøka hjá Klaksvíkar kommunu
Klædnabúni: Føroysk klæði
Kl. 09.00 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Klaksvík.
Kl. 09.10 Krúnprinshúskið fer í land
Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim taka ímóti. Vón Skorheim handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 09.25 Fráferð við bili til Biskupstorgið.
Kl. 09.30 Koma til Biskupstorgið.
Borgarstjórin leggur fram ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík í 3D stødd og sigur frá nýggja byggjarínum. Edward Fuglø listamaður verður hjástaddur við einari framsýning.
Kl. 10.05 Spákað verður til Ósalund, sum er grønt øki í nýggja miðbýnum.
Kl. 10.10 Koma til Ósalund.
Børn úr Skúlanum á Skúlatrøð syngja, og børnini á øllum dagstovnunum eru savnað at heilsa upp á krúnprinshúskið.
Kl. 10.30 Spákað verður til Norðoya Sparikassa.
Kl. 10.35 Koma til Norðoya Sparikassa.
Marner Mortensen stjóri tekur ímóti. John P. Danielsen stýrisformaður sigur søguna um bankan, arbeiðið nú og ætlanir. Norðoya Sparikassi verður 100 ár í næsta ár.
Kl. 11.05 Fráferð við bili frá Norðoya Sparikassa til Kongsskipið Dannebrog.
Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim siga krúnprinshjúnunum farvæl.
Kl. 11.15 Koma til Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 11.50 Fráferð við bili til tyrlupallin í Klaksvík.
Kl. 12.00 Fráferð við tyrlu úr Klaksvík út á Kirkju
(Vitjanin í Fugloy er við ongum miðlafólkum)
Á Kirkju
Klædnabúni: Heit troyggja, regn- og vindtættur jakki, húgva og gangiskógvar
Kl. 12.15 Koma til Kirkju.
Amalia í Frammistovu borgarstjóri tekur ímóti.
Kl. 12.20 Borgarstjórin navnkennir bygdarráðið. Borgarstjórin er vertur fyri miðmála.
Kl. 12.50 Eftir miðmála verðu spákað yvir í kirkjuna, og haðan verður koyrt til Hattarvíkar.
Kl. 13.00 Fráferð við bili til Hattarvíkar.
Kl. 13.15 Koma til Hattarvíkar, har gingið verður í hálvan annan tíma. Eftir gongutúrin verður koyrt/gingið oman í bygdina.
Kl. 14.45 Koma til bygdina.
Spákað verður til seyðahúsið hjá Símuni Gullaksen varaborgarstjóra. Í seyðahúsinum fæst kaffi og okkurt lætt til matna, meðan fólk standa. Gáva verður handað krúnprinshjúnunum.
Kl. 15.15 Koyrt/spákað verður til tyrlupallin.
Amalia í Frammistovu borgarstjóri og Símun Gullaksen varaborgarstjóri siga krúnprinshúskinum farvæl.
Kl. 15.25 Fráferð við tyrlu úr Hattarvík til Mikladals.
Í Mikladali
Kl. 15.35 Koma til Mikladals. Fráferð við bili oman til bygdina.
Kl. 15.40 Jógvan Skorheim borgarstjóri og Vígdis Skorheim taka ímóti.
Borgarstjórin heldur stutta vælkomurøðu. Eftir móttøkuna verður vitjað í húsunum, haðan kópakonan er. Søgnin um kópakonuna verður søgd, og Eyðun Eliasen bóndi greiðir frá bygdini.
Kl. 16.05 Spakað verður oman til standmyndina av Kópakonuni.
Ingibjørg Hansen sangari, ið er uppvaksin í húsunum, haðan kópakona var, framførir niðri við standmyndina.
Kl. 16.30 Fráferð við bili til tyrlupallin.
Kl. 16.35 Fráferð við tyrlu úr Mikladali til tyrlupall í Klaksvík.
Klaksvík
Kl. 16.45 Koma til tyrlupall í Klaksvík.
Koyrt verður til Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 17.00 Krúnprinshúskið fer umborð á Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 19.20 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til gamla spinnaríið.
Krúnprinshjúnini við fylgi verða heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.
Døgurði
Klædnabúni: Myrk klæði/kjóli/føroysk klæði
Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.
Krúnprinshjúnini verða móttikin av Jógvani Skorheim borgarstjóra og frú Vígdis Skorheim. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar krúnprinshjúnunum gávu. Tónleikaframførsla verður.
Kl. 22.30 Fráferð við bili til Kongsskipið Dannebrog.
Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 22.40 Koma til Kongsskipið Dannebrog.
Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald