Innanlands

Klaksvíkar kommuna eisini farin í hernað ímóti skøruni

Kommunan heitir á borgararnir um gera eitt felags átak

2020-07-09 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin skrivaðu vit um, at tað vóru trupulleikar við skøru í Nes kommunu. Tað er tað eisini aðrastaðni í landinum. 

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at hon aftur í ár er hon farin í hernað ímóti skøruni. Plantan stendur í besta blóma; tí er brúk fyri øllum góðum kreftum í arbeiðnum at burturbeina skøruna, og kommunan heitir á sínar borgarar um at hjálpa til við hesum átakinum,

Hetta skal gerast við at burturbeina skøruna á sínum egna stykki. Skøran skal takast upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast. Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, og tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda. Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.

- Veðurlagið er til vildar hesar dagar, og tí skal átakið við at burturbeina hesa plantu raðfestast nú. Við einum felags átaki vóna vit, at tað fer at eydnast. Um einki verður gjørt, so ger skøran skaða á umhvørvið, við at hvørki seyður, neyt ella onnur djór eta hesa plantu.

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder