Innanlands

Klaksvíkar kommuna er nú partur av Vanganum

Tær fyrstu tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nú tøkar har. Í fyrsta umfari ber til at søkja um byggiloyvi, frípláss, mentanarstuðul, søkja um at hava tiltak á kommunalum øki og søkja um pláss í frítíðarskúla ella dagstovnapláss

Í alt eru seks kommunur nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. - Tað hevur stóran týdning fyri okkara kommunu at veita eina skjóta, góða og ikki minst eina einsháttaða tænastu til allar borgarar, sigur Karl Johansen, borgarstjóri

Í alt eru seks kommunur nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. - Tað hevur stóran týdning fyri okkara kommunu at veita eina skjóta, góða og ikki minst eina einsháttaða tænastu til allar borgarar, sigur Karl Johansen, borgarstjóri

2023-01-06 21:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tær fyrstu tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nú tøkar á Vanganum. Hetta merkir, at borgarar í allari kommununi ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis appina hjá Talgildu Føroyum. Í fyrsta umfari ber til at søkja um byggiloyvi, frípláss, mentanarstuðul, søkja um at hava tiltak á kommunalum øki og søkja um pláss í frítíðarskúla ella dagstovnapláss, og koma fleiri tænastur leypandi á veitarasíðuna.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu nú eru tøkar á Vanganum.

- Hetta er ein dagur sum vit hava bíðað eftir við spenningi. Tað hevur stóran týdning fyri okkara kommunu at veita eina skjóta, góða og ikki minst eina einsháttaða tænastu til allar borgarar. Við Vanganum fáa borgarar í øllum aldri, í øllum bygdum, eisini teir sum eru staddir uttanlands, somu tænastu, og tað hevur stóran týdning fyri eina kommunu sum okkara.

Samstundis sum Klaksvíkar kommuna verður partur av Vanganum, gjørdist Skúvoyar kommuna tað eisini. Klaksvíkar og Skúvoyar kommuna eru ávíkavist næststørsta og næstminsta kommuna í landinum.

Í alt eru seks kommunur nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. Málið hjá Talgildu Føroyar er, at føroyingar skulu kunna avgreiða flestu av sínum viðurskiftum við tað almenna og kommunur talgilt á Vanganum.

Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, sigur at tey í Talgildu Føroyum eru sera fegin um at bjóða báðum kommunum vælkomnar á Vangan. Hóast ymiskar í stødd hava tær somu avbjóðingar og ynski um at veita borgarum sínum góðar og tíðarhóskandi tænastur talgilt.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir miðvíst at menna fleiri tænastur á Vanganum, og koma væntandi fleiri sjálvgreiðslur sum árið líður.

Til ber at síggja fleiri tænastur hjá Klaksvíkar kommuna á Vanganum.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder