Mentan

Klaksvíkar kommuna: Nú ber til at søkja um stuðul úr Grunninum Mentanartiltøk

Freistin at søkja um stuðul til mentanartiltøk er 31. mars – Fæið er 180.000 krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-11 17:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grunnurin Mentanartiltøk hjá Klaksvíkar kommunu letur á hvørjum ári stuðul til mentanartiltøk, sum á ein hvønn átt fremja og lýsa kommununa á mentanarliga økinum, og nú ber aftur til at søkja um stuðul.

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at freistin at søkja um stuðul úr grunninum er týsdagin 31. mars.

Fæið í ár er 180.000 krónur.

Ein treyt er, at tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Eisini skulu tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. vera í Klaksvíkar kommunu í 2021. Tó kunnu tey eisini vera aðrastaðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norðoyggjar, stendur í reglugerðini.

Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdar- persónur/- felag skal framganga.

Tiltøk, sum hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.

Meira kunning um stuðulin fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder