2026-02-12 20:08
Klaksvíkar kommuna bað í november um tilboð frá KT-vietarum, sum kundu tryggja gjøgnumskygni á KT-hýsingartænastunuøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað, sum kommunan orðar tað.
Umframt hetta, ynskti Klaksvíkar kommuna eisini, at umsitingin av hesum skuldi vera skynsom og ómakaleys.
Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð viðgjørdi fýra ymisk tilboð, og tók út frá einari heildarmeting av tilboðnum frá Formula.
Tað var eisini Formula sum varð boðsent, tá Klaksvíkar kommuna í 2024 varð rakt av stórum KT-álopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald