Føstulávintsmánadag skipar Klaksvíkar sjónleikarafelag saman við Klaksvíkar dansifelag og gulu skótunum fyri føstugongu.
Í tíðindaskrivi, sum heimasíðan hjá Klaksvíkar kommu endurgevur, stendur soleiðis:
Hugskotið við føstugongu tekur støði í gamlari føroyskari mentan við søgum, sagnum og kvæðum. Hesar gomlu søgurnar, sum vóru púra livandi til kvøldseturnar í roykstovunum kring landið, har børn og vaksin sótu sum á nálum og lurtaðu.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag vil við hesum blása nýtt lív í aftur søgurnar, og føstulávintsmánadag verða huldufólk, grýlan og aðrar verur aftur livandi fyri fólki.
Føstugongan byrjar ”á Bakkanum”, har sum Klaksvíkar kommuna nú ger eina hugnaliga lund. Har verður eitt frásøgufólk, sum leiðir gonguna ígjøgnum eina søgu, sum verður søgd ymsastaðni í býnum. Í fjøruni er eitt sindur myrkt, so børnini kunnu gott hava lummalykt við, men mugu akta, tá frásøgufólkið biður øll um at sløkkja lummalyktina.
Føstugongan er til børn og ung
Søgan, sum verður fortald og spæld frammanfyri luttakarunum, er óhugnalig – júst sum tað eigur at vera á føstulávint – so hetta er ikki ætlað til tey heilt smáu børnini, men frá skúlaaldri og uppeftir. Av tí at vit ganga eftir fjøruni, mugu tey sum koma við, duga at ganga eftir ósløttu og stundum hálu fjøruni.
Á heysti 2019 gjørdi Klaksvíkar sjónleikarafelag ´Ræðsluhúsið`, sum var sera væl umtókt. Tað var bara til vaksin, men nú eiga børnini tørn, siga tey frá sjónleikarafelagnum.
Halda seg til tilmælini
Gongan verður úti, og tað passar eisini væl til tilmælini sum eru nú. Markið er sett soleiðis, at í mesta lagi 50 fólk sleppa við til hvørja føstugongu, og tað er tí at øll skulu fylgjast og hoyra tað sum frásøgufólkið fortelur. Gingið verður tríggjar føstugongur. Tann fyrsta verður kl 15, so kl 17 og ta seinastu kl 19.
Øll fáa kakao og bollar omaná.
Tiltakið er ókeypis
Klaksvíkar kommuna stuðlar tiltakinum, og tað er ókeypis at vera við. Tó er neyðugt at bíleggja atgongumerki frammanundan, soleiðis at tað ikki gerast ov nógv til hvørja føstugongu.
Atgongumerki kunnu bíleggjast við at senda eini boð til Klaksvíkar sjónleikarafelag á facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald