Innanlands

Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár

Í Klaksvík verður í dag hátíðarhildið, at lokala sjúkrahúsið er 125 ár

(Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

(Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2023-02-02 16:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hátíðarhalda tey á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 125 ár dag.

- Tað er stórt og tað hava vit markerað. Vit hava havt vitjan av hornorkestrinum, sum spældi nøkur løg, tá fólk komu til arbeiðis í morgun, ordiligur hátíðardámur. Starvsfólk ynskja hvørjum øðrum tillukku og vit hava fløgg og blómur á borðinum,  so hugnaligur stemningur, ljóðar av sjúkrahúsinum.

Køkurin gjørdi ein góðan døgurða og fólk góvu sær tíð at njóta máltíð og samveru. Umframt tað vóru flottar lagkøkur, so starvsfólk kundu fáa ein søtan bita seinnapartin. Sami rættur var á matarlepanum til sjúklingar og tey hava eisini fingið lagkøku seinnapartin. 

At hava havt eitt sjúkrahús her í 125 ár, er nakað heilt serligt. At fara frá einum læknahúsi og økislækna, til eitt sjúkrahús, hendi ikki yvir nátt. Norðoyingar og eysturoyingar savnaðu pening í nøkur ár, áðrenn sjálvt sjúkrahúsið stóð klárt at taka í nýtslu tann 2. februar 1898. 

Síðani 1898 er sjúkrahúsið bygt út og um nakrar ferðir. Fyrst í 1960’unum varð bygt út og seinasti parturin varð bygdur uppí í 1988. Í 1984 stóð Norðoya Røktarheim, sum er bygt uppí sjúkrahúsið, liðugt, og tá fekk sjúkrahúsið stóran køk, goymslu og kapell. Síðani tá er ikki bygt út, men nógv er bygt um. Tørvurin er broyttur, og sjúkrahúsið hevur tillagað seg til tørvin og menningina rundan um okkum. 

- At hava eitt lokalt sjúkrahús hevur havt líka stóran týdning øll hesi árini. At hava stuttan veg til serkøna hjálp, tá tørvur hevur verið á tí, er sjálvandi tað, ið hevur havt størst týdning. Men eisini at hava eitt so gott arbeiðspláss og støðug arbeiðsfólk, ið trívast væl. Og at hava eitt stað, ið lokalsamfelagið hevur staðið saman um at skapa. Tað er nakað serligt og nakað, sum vit eru takksom um, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder