Innanlands

Klaksvíkin spennir seg út til norðoyastevnu

Kommuna, feløg og handlar hava spent seg út at gera norðoyastevnuna um vikuskiftið so góða sum møguligt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-02 13:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sólin hevur skinið oman og niðan í morgun og tað ber boð um eitt stevnuvikuskifti við góðveðri.

Nógv er á skrá næstu dagarnar og bæði kommuna, feløg og handlar hava spent seg út at gera tað so gott sum møguligt. Ein rúgvusmikil skrá er at finna á klaksvik.fo og á Facebooksíðuni hjá Norðoya kunningarstovu.

Úr rúgvuni leygardagin er milum annað:

Á Biskupstorginum bjóðar Banknordik morgunmat frá kl 09.30 til kl. 11.00 tá setanin av Norðoystevnuni verður. Tað er borgarstjórin, Karl Johansen, sum setur Norðoyastevnuna við hátíðarligu tónunum frá Klaksvíkar Hornorkestri.

Seinnapartin verður grillin tendra á Biskupstorginum við moyrum stevnubúffum við alskins góðum afturvið. Anfinn og Co koma á pallin við 18 tíðina og uttan iva fara við at øll at stemma í «nei nei nei útsalg útsalg, ikki aftur útsalg».

Kappróðurin sum setur gongd í stevnuhýrin, serligu tónarnar frá sanginum knýttur at vinnandi bátunum og sum øll duga at syngja við til er í KvF og setur veruligan dám á stevnuna.

Út á leygarkvøldið verða tvær stovukonsertir, tann eina kl. 21 við navnframa Marius Ziska í gomlu húsunum hjá Einar Waag eldra har bæði mjúku tónarnar frá Marius og okkurt gott sum verður bjóða at leska sær við stimbrar sansirnar – ein lekkur heildaruppliving sum ikki má fara framvið. Avmarka atgongd til 25 pláss. Atgongumerki keypast á Visit Norðoy.

Seinna stovukonsertin verður í søguliga Nólsoyar Pálshúsinum har okkara hugaheimur verður fyltur av góðum minnum knýtt at legendariska tónleikinum hjá Vestmonnum, ein konsert har tónleikur, umhvørvi í søguliga húsinum og lekri føroyski breyðviðskerin gongur upp í eina størri heild. Her er eisni avmarkað atgongd til 48 pláss. Atgogumerki fáast á Visit Norðoy.

Seinni um um kvøldið verður kyndlagonga, røða í Vágstúni við Anfinni Heinesen leiðara í mentanarhúsinum og tónleikur frá Klaksvíkar Hornorkestri og fýrverk.

Ja ein rúgvismikil skrá sum kann njótast í góðveðrinum í Klaksvík um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder