Innanlands

Klaksvíksleiðin eitur nú Flyta

Umframt navnabroyting, hevur fyritøkan eisini víðkað um eigaraskaran, sum nú eisini telur Jógvan Andersen, sum er kendur sum eigari og stjóri av fyritøkuni Qodio

Framyvir skal fyritøkan eita Flyta, sum er eitt meiri sigandi navn, fyri tað virksemið, sum er í fyritøkuni, sigur Jógvan Skorheim, stjóri

Framyvir skal fyritøkan eita Flyta, sum er eitt meiri sigandi navn, fyri tað virksemið, sum er í fyritøkuni, sigur Jógvan Skorheim, stjóri

2021-10-01 21:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var í mai í ár, at fyritøkan skifti eigarar, og nú verður navnið á fyritøkuni eisini skift. Framyvir skal fyritøkan eita Flyta, sum er eitt meiri sigandi navn, fyri tað virksemið, sum er í fyritøkuni, sigur Jógvan Skorheim, stjóri.

- Í dag flyta vit vørur kring alt landið, har tað er landfast. Vit flyta nógv fyri nethandlar, smiðjur, bilverkstøð, ja enntá eru tað fleiri privatir borgarar, ið nýta okkum til at flyta innbúgv og annað, sum eitt nú er keypt á Rótikassanum, sum er kendur frá Facebook.

- Endamálið við hesum navnaskiftinum er millum annað, at fyritøkan fær eitt lættari navn, eitt meiri sigandi navn og eitt grafiskt andlitslyft.

Umframt navnabroyting, hevur fyritøkan eisini víðkað um eigaraskaran, sum nú eisini telur Jógvan Andersen, sum er kendur sum eigari og stjóri av fyritøkuni Qodio, sum arbeiðir við heimasíðuloysnum og grafiskum arbeiði. Tað er eisini Qodio, ið hevur gjørt nýggja samleikan.

[object Object]

- Vit vænta okkum nógv av samstarvinum við Jógvan Andersen. Hann hevur drúgvar royndir við talgildum loysnum, og saman við honum og hansara dugnaligu starvsfólkum á Qodio, vóna vit at vit kunnu gera enn fleiri smartar loysnir, ið kunnu tæna okkara brúkarum og flyta fyritøkuna enn longur fram, sigur Jógvan Skorheim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder