Mentan

Føroyingur úr Frederikshavn skal framføra á Summar Festivalinum

Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard býr og er uppvaksin í Danmark, men bæði foreldrini eru úr Klaksvík, og í august skal aktuella songkvinnan á fyrsta sinni framføra í Føroyum

Gunnva hevur verið á konservatorie, undirvísir í tónleiki og framførir hon eisini nógv

Gunnva hevur verið á konservatorie, undirvísir í tónleiki og framførir hon eisini nógv

2025-05-01 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt, at Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard verður við á Summar Festivalinum í august.

Hetta verður fyrstu ferð, at hon fer at spæla konsert í Føroyum. Gunnva hevur annars føroysk foreldur: Katrin og Johannis Lydersen. Johannis spældi við í kenda klaksvíksbólkinum Science Fiction.

Í februar var Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard við í sendingini hjá Norðlýsinum "Komið øll við", har hon tosaði eitt sindur um sína bakgrund og sína tónleikaleið - sjálvandi. Har róði verturin, Kristian Joensen, millum annað framundir, at hon burdi framført í Føroyum - mest upplagt á Summarfestivalinum.

Hoyr innslagið HER

Tónleikaútbúgving - gjørt vart við seg á Spotify

Gunnva er í stóran mun uppvaksin í Frederikshavn í Danmark og hevur virkað nógv í tónleiki í Jútlandi.

Summarfestivalurin skrivar, at hon hevur í nógv ár verið virkin í bólkum og sum solistur við navninum Gunnva. Sonkvinnan hevur skrivað sangir bæði til sín sjálvs og onnur. Eisini hevur hon eina tónleikaútbúgving.

- Gunnva hevur útbúgving av tónleikakonservatorium, og hon starvast í gerandisdegnum við tónleiki – sum undirvísari og tónleikari. Gunnva arbeiðir nú við fyrstu soloútgávuni, sum væntandi kemur út í heyst. Hon er annars aktuell á fleiri útgávum í samstarvi við onnur.

Gunnva hevur eisini gjørt onkrar endurinnspælingar av kendum sangum, og eitt nú hevur innspælingin av sanginum "I Love Your Smile" yvir seks milliónir spælingar á Spotify. Hon syngur eisini onkrar væl umtóktar sangir hjá bólkinum Boilers.  Fyri stuttum hevur Gunnva givið egnan tónleik út.


In My Heart er staklagið hjá Gunnvu frá í vár

Summar Festivalurin lýsir hennara stíl á hendan hátt:

- Tónleikurin hjá Gunnva ferðast millum folk og popp, og hon skrivar erliga um gerandisdagin, trúgv, iva og miss. Hon bjóðar við heitari rødd og inniligum tekstum áhoyrararnum at koma heilt nær at sær sjálvari og sínum tankum.

Á Summar Festivalinum fer Gunnva at framføra nýggjar og eldri sangir. Onkur av sangunum verður frumspældur á festivalinum. 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder