Ítróttur

Klæmint A. Olsen: Trúgva fult og fast uppá at vit kunna yvirraska

Liðformaðurin hjá NSÍ er tøkur aftur, og hann er vælnøgdir við fyrireikingarnar hjá sínum liðið í Edinburgh

Klæmint og NSÍ eru til reiðar til sína evropeisku uppgávu í Skotlandi í morgin
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Klæmint og NSÍ eru til reiðar til sína evropeisku uppgávu í Skotlandi í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-11 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld skal NSÍ dystast við Hibernian FC í Edinburgh. Runavíkingar vóru væl nøgdir við lutakastið, men tað verður tó ein trupul uppgáva í fyrsta undaumfainum  í Evropa League.

Fyri NSÍ er tað avgjørt ein styrkur, at liðformaðurin og málrevurin, Klæmint Andrasson Olsen, aftur er tøkur. Hann breyt armin í dysti ímóti B36 tíðliga í mai. Klæmint var aftur á vøllinum á Skála í seinasta umfarinum undan summarsteðginum í Betri-deildini. Nú er hann 100 % til reiðar til evropeiskan fótbólt, og tað fegnast rituvíkingurin sjálvandi um:

- Tað er ein lætti at kunna verða á vøllinum aftur við fullari ferð. Sjálvt um eg havi fingið runnið í longri tíð, so havi eg ikki kunna verið uppí fótbóltspælinum, so tað hevur verið hart. Dystirnir í Evropa eru altíð spennandi at vera partur av, so eg gleði meg nógv til hóskvøldið.

NSÍ skal spæla ímóti liðinum, sum endaði nummar fýra farna kappingarár í Skotlandi. Hibernian, ella Hibs sum liðið verður nevnt, vann skotsku steypakappingina í 2016, men annars er langt síðani, at felagið hevur vunnið stóru heitini. Vit skulu heilt aftur til byrjanina av 1950-árunum, fyri at finna tvey tey seinastu av teimum fýra skotsku meistaraheitunum, ið Hibernian hevur vunnið. Men tað er eingin ivi um, at hetta verður ein trupul uppgáva hjá Klæminti og NSÍ:

- Hibernian er eitt sterkt mótstøðulið. Tað sum vit hava sæð inntil víðari, er at Hibernian hevur ein direkta spælistíl, sum skotar plaga at hava, og at teir spæla nógv kantspæl; teir vilja bróta ígjøgnum í síðuni. Annars eru teir sterkir á øllum plássum. Vit hava fingið fyrireika okkum væl til uppgávuna. Vit hava havt nakrar góðar dagar her í Edinburg og fingið vant væl á grasi og vant okkum við veðurlagið; tað er væl heitari her enn í Føroyum.

Hibernian hevur javnan luttikið í evropeiskum kappingum í hesari øldini. Í hesum ártíggjinum hevur Hibs verið sligið út i fyrstu royndini í Evropa League hvørja ferð. Í morgin er skotska liðið tó í favorittleiklutinum ímóti NSÍ. Sambært liðformanninum hjá teimum gulu og svørtu trúgva teir veruliga uppá møguleikan í morgin, har tað mest umráðandi er at standa væl og so satsa uppá at fáa eitt mál. Avrikið skal vera í topp, sigur Klæmint A..Olsen:

- Vit fara sjálvandi fyrst og fremst eftir at binda so væl fyri í verjustøðu sum møguligt, og so royna at fiska eftir einum útivallarmálið. Men fyri at vit skulu hava nakran møguleika fyri at fáa eitt gott úrslit, skulu vit spæla upp til okkara allarbesta og fylgja okkara “gameplan” til  punkt og prikk. Men vit trúgva allir fult og fast uppá, at vit kunnu yvirraska teir, og koma heim aftur við einum góðum úrslitið.

Dysturin í Edinburgh byrjar klokkan 19.45 í annakvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder