2026-04-08 11:28
Ellivu mál vóru í gjár skrivað fyri fólk sum brúktu telefon undir akstri. Hetta var alt í Tórshavnar kommunu.
Tað gjørdist tískil ein dýr søga hjá teimum ellivu, tí umframt 1500 krónur í bót gevur tað eisini eitt klipp í koyrikortið. Áður hevur brotið bara givið bót, men nú kostar tað eisini eitt klipp.
Umframt tað, so var ein persónur tikin á skutara fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaðu vegi í miðbýnum í Havn. Tað fær hann eina bót fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald