Innanlands

Klárt til 250 nýggjar grøvir

Fyrsta stig av víðkanini av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin við at vera liðugt

(Mynd: Konsax)

(Mynd: Konsax)

2018-12-28 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðið við at víðka um kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn er nú komið so mikið langt, at fyrsti parturin er um at vera klárur at taka í nýtslu.

Við vaksandi fólkatalinum eru tað eisini fleiri fólk, sum doyggja í høvuðsstaðnum, og við tí mátanum vit jarða fólk, so krevur hetta nógv pláss. Og núverandi kirkjugarður er nú um at vera fyltur.

Í 2017 varð so farið undir at víðka kirkjugarðin vestureftir ella omaneftir móti Sandá. Arbeiðið varð bjóðað út, og byggifelag Konsax fekk uppgávuna at gera eitt øki áleið 33.000 fermetrar klárt til kirkjugarð.

Fyrsta stigið av hesum umfatar 11.000 fermetrar, og her verður pláss fyri umleið 250 gravum. Talan er um ovasta partin av økinum, niðan móti nýggja innkomuvegnum út á Argjar.

Konsax skrivar á facebookvanga sínum, at økið verður klárt at taka í nýtslu fyrst í nýggja árinum. 

[object Object](Mynd: Konsax)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder