Innanlands

Klippfisk skipar fyri filmskapping

Endamálið við kappingini er at framleiða ein film, sum vísir, hvat vit øll kunnu gera fyri at endurnýta meira pappír og papp

2018-06-26 07:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú hugskot til, hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp? Dugir tú at gera film? So er hetta nakað fyri teg! Endamálið við kappingini er at framleiða ein film, sum stutt og greitt vísir, hvat vit øll kunnu gera fyri at endurnýta meira pappír og papp heima við hús.

Hvør: øll kunnu luttaka – roynd sum óroynd

Longd: Upp til 1 minutt

Vinningur: 25.000 kr.

Freist at lata inn: 1. okt. 2018, latast inn gjøgnum wetransfer.com til [email protected]

Filmurin skal venda sær til øll, ung sum gomul, og geva okkum ítøkilig hugskot til hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp - eggja okkum til at savna meira pappír/papp. T.d.:
o Hvørji sløg av pappíri kunnu endurnýtast – eisini slíkt, sum vit vanliga ikki halda kann endurnýtast
o Hvussu vit best skilja pappír/papp frá og hvussu hetta á lættasta hátt kann skipast heima við hús
o Hvussu vit minnast til at fylla sum mest í ílatið/posan og klárt at heinta til røttu tíð

Filmurin verður sendur í “Gevið gætur”-sendingum í KvF. Filmurin kann antin vera ein vanligur filmur, ein teknifilmur, ein røð av myndum ella ein blandingur av hesum. Ljóð og tekstur skal vera á føroyskum. Innihaldið má ikki vera lýsingakent.

Gev gætur, at í øllum Føroyum verður pappír/papp savnað í hvítan posa (www.irf.fo), uttan í Tórshavnar kommunu, har grøna ílatið verður brúkt til pappír/papp (www.torshavn.fo).

Dómsnevndin er mannað við fólki frá IRF, Tórshavnar kommunu, Klippfisk, Fólkaheilsuráðnum og Umhvørvisstovuni. Dómsnevndin kann avgera, at vinningurin verður býttir millum tveir ella tríggjar luttakarar.
Umhvørvisstovan hevur fullan brúksrætt alt tilfarið, sum verður latið til kappingina. Fyriskipararnir tilskila sær rætt til ikki at lata vinning, um mett verður, at góðskan ikki er nøktandi.

Filmskappingin er fíggjað av Smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og fyriskipar kappingina og Klippfisk veitir ráðgeving. Fólkaheilsuráðið samskipar “Gevið gætur” sendingarnar í KvF.

Hevur tú spurningar, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder