Mentan

Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum

48 tímar at gera film á 4 minuttir

2018-11-09 09:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn. Kappingin næsta vikuskifti er fyri øll – roynd og óroynd, ung sum eldri. Tað er ókeypis at luttaka og vinningurin er 10.000 krónur. Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum 23. februar.

Fríggjakvøldið 16. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina avdúkað á Reinsarínum í Havn. Luttakararnir hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Longdin á filminum skal í mesta lagi vera 4 minuttir. Møguleiki verður fyri at brúka Reinsaríið alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin. Tey, sum ikki hava møguleika fyri at vera á staðnum, eru vælkomin at luttaka við at fáa evnið sendandi.

Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða sýndir í Perluni mánakvøldið 19. november, har vinnarin verður avdúkaður.

Onki krav er til hvør útgerð verður brúkt. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Heili tríggir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2018. Vinnarafilmurin í fjør æt Wünder Pitsa, og kann síggjast á YouTube 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder