Umleið eitt korter yvir 10 í dag varð tingfundur til framløgu av nøkrum málum, ið skulu skundast ígjøgnum í sambandi við íkomnu koronastøðuna.
Tingið er kallað saman undir serligari skipan, har bert 20 fólk verða kallað til fundar, og bert helmingurin av teimum inni í salinum í senn.
Jógvan á Lakjuni boðaði frá trimum tingmálum, sum verða løgd fram. Talan er um tvey uppskot frá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir – annað um dagpening vegna sjúku og hitt um lønarískoyti til starvsfólk og sjálvstøðug vinnurekandi.
Triðja málið er uppskot um eykajáttan, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum leggur fram.
Málini skulu skundast í gjøgnum, og tí er eisini umbøn komin til tingið frá bæði samgongu- og andstøðulimum um at víkja frá tíðarfreistunum tingskipanini.
Slíkar umbønir skulu hava meiriluta á tingi. Men tá farast skuldi undir tær tríggjar atkvøðugreiðslurnar um frávik, bar ikki til.
Jógvan á Lakjuni boðaði frá, at nýggj skipan er komin í tingið, og at tey máttu fáa eitt sindur av tíð at fáa skipanina at virka. Tá ikki bar til, gjørdi Jógvan á Lakjuni av at slíta fundin í 10 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald