
1. apríl búðu 54.845 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein fólkavøkstur á 0,6 prosent - ella 311 fólk seinasta árið.
Sambært Hagstovuni er hetta minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá fólkatalið vaks 0,7 prosent.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 149 og eini nettoflyting á 162 fólk.
Í mun til fólkatalið svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eitt nettoavlop á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.
Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. apríl 2023 til 1. apríl 2024 var burðaravlopið tað sama meðan nettoflytingin var minni. Tá var burðaravlopið á 2,7 og nettoflytingin á 4,2 fyri hvørji 1.000 fólk, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar, Nes, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Aðrar bygdir við fólkavøkstri seinasta árið vóru Saltangará, Hvannasund, Leirvík, Sørvágur, Streymnes og Klaksvík.
Fólkatalið minkaði mest í Vágs, Tvøroyrar og Viðareiðis kommunu. Í teimum kommununum minkaði fólkatalið mest í Vági, Froðba og á Viðareiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald