Uttanlands

Kníválop í Týsklandi: Trý deyð og átta særd

Leitað verður enn eftir brotsmanninum, og málið verður kannað sum yvirgangur

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2024-08-24 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý fólk vórðu í gjárkvøldið dripin í einum kníválopi í týska býnum Solingen - ein kvinna og tveir menn.

Týska løgreglan boðaði tíðliga í morgun frá, at átta onnur fólk vórðu særd, harav fimm eru álvarsliga løstað.

Leitað verður í løtuni eftir brotsmanninum, sum enn er leysur. Hildið verður, at hann arbeiddi einsamallur, og málið verður kannað sum eitt yvirgangsálop, skrivar DR.

Solingen liggur í statinum Nordrhein-Westfalen í vestara parti av Týsklandi. Í gjár varð hátíðarhildið, at býurin var blivin 650 ár, og ætlanin varð, at hátíðarhaldið skuldi verða alt vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder