2026-04-08 08:27
Tá fólk komu út í grótbrotið á Glyvursnesi í gjár eftir páskafrítíðina løgdu tey merki til, at allir rútarnir vóru knústir á tveimum gravmaskinum, sum stóðu har.
Málið varð meldað til løgregluna, og tað verður kannað nærri. Tað verðir kortini trupult, tí ongar ábendingar eru um, hvør hevur gjørt herverkið, og tað kann vera framt innan síðstu vikuna ella so.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald