Koks hevur síðani 2019 havt tvær Michelinstjørnur, men tá Michelinguidin varð kunngjørd í dag, var føroyska matstovan við adressu í Grønlandi ikki við.
Tvær stjørnur verða latnar matstovu, sum er verd at koyra ein umveg fyri at sleppa til, og sambært guidini, er Koks ikki longur millum hesar matstovur.
Les eisini: Dokumentarur: Ruðuleiki tá Koks skuldi lata upp
Gevast fyribils
Eigararnir av Koks hava boðað frá, at Koks eftir hetta summarið í Grønlandi og eftir eitt støkkupp tiltak í Tivoli í Keypmannahavn í heyst.
- Vit hava hugsað okkum væl um, áðrenn vit bera tykkum hesi beisksøtu tíðindi. KOKS fer at lata aftur eitt skifti. Hóast vit hava roynt at útvega okkum ein nýggjan stað í Føroyum, mugu vit í hesi løtu ásanna, at vit ikki megna at fáa ein fastan bústað fyrr enn í fyrsta lagi í 2026., segði Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og Hotel Føroyum í tíðindaskrivi herfyri.
Les eisini: KOKS gevst - fyribils í hvusus so er
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald