Mentan

Koks flytir inn í japanska tornið í Tivoli

Føroyska Michelin-matstovan ger støkkupp í gamla danska stuttleikagarðinum í summar

2021-02-23 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska matstovan, Koks, fer í summar at hava hava eina satellit-deild í gamla danska stuttleikagarðinum Tivoli mitt í Keypmannahavn.

Berlingske Tidende skrivar í dag, at tvær Michelin matstovur verða “gestir” í Tivoli í summar. Tivoli letur væntandi upp aftur beint fyri páskir.

Talan er um Restaurant AOC og so Koks, sum lata upp eftir pop up-prinsippinum í summar. Tá Koks undir fyrstu koronabylgju læt upp sum pop-up í Fútastovu undir navninum Roks, innførdu tey sjálvi heitið støkkupp ístaðin fyri pop-up.

Restaurant AOC og Koks fara at matgerða og borðreiða í gamla japanska torninum í Tivoli, skrivar Berlingske. Ikki samstundis, men seks vikur hvør í tíðarskeiðinum frá 1. juni til síðst í august. Koks hevur fingið tillutað seinna tíðarskeiðið.

Talan verður ikki um, at Koks skal bjóða tað sama, sum tey gera á matstovuni frammi við Gjónna. Men tað verður eitt úrval at tí mati, sum matstovan gera til dagligt. Um dagin verður møguleiki at keypa sær eina “óformella máltíð”, meðan tað um kvøldið verður eitt sindur meira formelt, sigur stjórin á matstovuni Nimb í Tivoli fyri Berlingske Tidende. Tað er hann, ið hevur fingið í lag samstarvið við Michelin-matstovurnar.

Endamálið við tiltakinum er at hækka støðið á mattilboðunum í Tivoli, har tað frammanundan eru 23 matstovur, 14 støð við skundmati, fimm barrir og tvær kafé’ir. 

Koks hevur fyrr havt støkkupp í danska høvuðsstaðnum. Tað var á vári 2016, tá Koks leigaði seg inn í matstovuna Den Vandrette í Havnegade nærhendis Nyhavn í nakrar vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder