Innanlands

Kolandi stormur og upp til 43 m/s í hvirlunum

Vindurin leikar hart kring alt landið

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-28 10:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur er í morgun, og aftur í dag ávarar Landsverk um koyrilíkindini.

Har harðast leikar á er um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, har kolandi stormur er og upp til 43 m/s í hvirlunum. Eisini leikar hart á á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, har tað eisini er kolandi stormur og í hvirlunum upp til 38 m/s. Um Gjáarskarð og á Oyndarfjarðarvegnum er upp til 37 m/s í hvirlunum.

Hesi eru koyrilíkindini:

  • Syðradalur - kl. 09:55 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 09:49 Stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
  • Kambsdalur - kl. 09:54 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Gøtueiði - kl. 10:00 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 10:00 Skrið, í hvirlunum upp til 37 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 10:00 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Høgareyn - kl. 09:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 09:55 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 09:44 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 09:55 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 09:49 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 43 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 09:55 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder