
Semja er millum kollfirðingar um, at komandi eldradepilin í bygdini eigur at liggja á Todnesi.
Hetta kom fram á borgarafundinum, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Kollafirði í gjár.
Eitt av fleiri evnum á fundinum var eldradepilin. Núverandi tilhald og eldrasambýli í bygdini er vorðið ótíðarhóskandi, og tørvur er á einum nýggjum eldradepli.
Ætlanin er at gera ein depil, har allar tænastur á eldraøkinum í bygdini eru samlaðar. Fleiri uppskot hava verið um staðseting, men fundurin mælti einmælt til at leggja depilin á Todnesi. Hetta tók borgarstjórin til eftirtektar, og lovaði at fara í gongd við at útvega øki beinanvegin, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald