2024-11-22 10:11

Leitingin sum varð sett í verk við tyrlu fyrr í morgun bleiv skjótt avblást. Við bjartari lykt eydnaðist at beina mannin, sum var vorðin vilstur, á rætta kós og hann er komin afturíaftur í øllum góðum.
Tað upplýsir løgreglan.
Fólk av Eiði ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at tey sóu ljós í haganum omanfyri Tjørnuvík. Tey óttaðust at onkur var komin illa fyri.
Talan var um staðkent fólk, men tað ber kortini til at villast í myrkri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald