Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá við
nýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á Borg Johannesen.
Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har hon hevur nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk.
Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórleiðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, og
hon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum.
“Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið, og tað verður spennandi, hvat vit saman
kunnu fáa í lag.” sigur Katrin spent.
Vit eru serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at koma við, tí vit ætla at
víðka munandi um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast so stórt, sum tað einaferð var - stuttligt hevði verið, eisini at sæð mong av okkara ungu sangfuglum í einum fjølbroyttum vælljómandi Vágakóri.
Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30 til 21.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit
venja, læra, frøast um vakran tónleik, hugna okkum. Málið er at gleða okkum sjálvi
og onnur við vøkrum sangi til skemtunar og til hátíðarløtur.
Um nakrar vikur skipa vit fyri einum venjingarvikuskifti á onkrum eksotiskum staði í
Føroyum. Hugni, venjing og konsertir í nærumhvørvinum eyðkenna hesar 2-3
dagarnar heimanífrá.
- Vágakórið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald