Innanlands

Kom við álvarsligum hóttanum og varð handtikin

Ein persónur skal til grundlógarforhoyr í morgun

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-08 08:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár vórðu boð send eftir løgregluna at koma eftir einum persóni, sum hótti annan persón.

Alt tíðir á at talan var um álvarsligar hóttanir, tí at løgreglan vil ikki siga annað enn at persónurin, sum varð handtikin, skal til grundlógarforhoyr í morgun, og at løgreglan ikki vil siga meir um tað.

Vaktleiðarin minnir tó á, at fólk mugu vanda sær hvat tey siga, og ikki lata seg koma í óføri á tann hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder