Innanlands

Tørvur á umleið 1200 bústøðum afturat í 2024

Framtíðarætlanirnar fyri kommunalum útstykkingum verða til viðgerðar í Tórshavnar býráði í kvøld

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-20 12:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórur bústaðartørvur er í kommununi, og tørvur er á at fáa eina yvirskipaða lýsing og raðfesting av, hvar útstykkingar til bústaðir skulu fyrireikast og setast í verk. 

Kommunuætlanin, sum væntandi er liðug við ársskiftið 2019/2020, viðger, hvussu býurin skal útbyggjast og hvar hóskandi byggilendi er. Í kommunuætlanini verður býtið millum sethús og íbúðir viðgjørt. 

Í 2017 vóru 72% av øllum bústøðum í kommununi sethús. Skotið verður upp, at býtið millum bústaðasløgini í framtíðini verður 60% sethús, 20% tvíhús/raðhús og 20% íbúðir. 

Skotið verður upp, at framtíðar bygging verður framd út frá hesum karmi. Við tí væntaða fólkavøkstrinum verður tørvur á umleið 1200 bústøðum afturat í 2024 og so uppaftur 1800 bústøðum áðrenn 2032, skrivar Tórshavnar kommuna. Tó er áhaldandi neyðugt at dagføra tølini og framskrivingarnar og tær ætlanir, ið eru tengdar at framskrivingunum.

Størsti vøksturin og størsti tørvurin er í miðstaðarøkinum, men bygdirnar verða eisini raðfestar. Økini, sum í løtuni verður talað um, er t.d. Stórabrekka, sum fevnir um trý klingruskap við ávikavist raðhúsum og íbúðum. Økið er um 60.000 fermetrar og pláss er fyri 19 raðhúsum, 18 íbúðum og 28 raðhúsum. Næst er Frúutrøð við 34 íbúðum, og Undir Fjalli, sum eisini er um 60.000 fermetrar stórt.

Eisini verður mælt til íbúða- og raðhúsabygging í Kollafirði, øki eru sett av. Í Kaldbak skal gerast útstykking til sethús, eins og farið verður undir at fyrireika sethúsabygging á Miðhorni – her er talan um 30.000 fermetrar. Arbeitt verður eisini við at útvega byggiøki á Velbastað, og umframt verandi útbygging í Nólsoy verður møguleikin kannaður at víðka havnaøkið við bústaðabygging.

Alt málið um kommunalar útstykkingar kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder