2019-03-18 17:16
Bjørg Bláberg helt 30 ára starvsdag í Býlingshúsinum vestur á Flat fríggjadagin. Annika Olsen, borgarstjóri, segði m.a., at eitt so langt tíðarskeið er altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar henni væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum.
- Og tí var stuttligt at hoyra, at tá vit fregnaðust um hvat tínir starvsfelagar hildu um teg, so stóð júst trúfesti ovast á listanum, vóru nøkur av orðunum, sum Annika Olsen, borgarstjóri, hevði at siga um Bjørg.
Les røðuna hjá borgarstjóranum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald