- Hetta er onki minni enn ein stórhending í føroyskari matgerðarlist og matstovuvinnu. Koks er ein perla. Hetta er gott fyri okkara umrøðu uttanlands, fyri ferðavinnuna og fyri føroyska matstovuvinnu sum heild.
Soleiðis sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, um KOKS, nú matstovan fekk sína næstu Michelinstjørnu.
Michelinstjørnan er heimsins fremsta heiðursmerki í matgerð og matgerðarlist. Michelinbókin er komin út síðan ár 1900 og stjørnurnar eru latnar síðan 1930. Ein Michelinstjørna verður latin fyri best hugsandi matstovu í sínum flokki.
Krøvini, ið sett verða til tílíkar matsovur, eru fyrst og fremst dygd, handverk, stílur, dygd fyri pengarnar og dygd uttan mun til klokkutíð.
Í 2017 kom fyrsta Michelinstjørnan til Føroya. Og í gjár fekk KOKS aðru stjørnuna og telist sostatt millum eitt fátal av allarbestu matstovunum yvirhøvur.
- Eg fari at ynskja Koks og øllum teimum, ið starvast har, hjartaliga tillukku við báðum Michelinstjørnunum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald