Innanlands

Kommunan leigar traðir til velting

Borgarar í Eiðis kommunu kunnu søkja um leigustykki til eplaveltu

2019-01-04 10:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarar í Eiðis kommunu fáa nú møguleika at velta eitt leigað lendi. Eiðis kommuna eigur nakað av lendi, sum kommunan ikki brúkar. Nú er ætlanin at partur av hesum lendi, skal gagna borgarunum í kommununi, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu síni.

Allir borgarar í kommununi sum hava hug at velta eitt hvørt til matna, kunnu nú melda seg til. Freistin at melda seg til er 1. februar.

Leigustykkini eru sett til áleið 75 fermetrar hvørt, lutakast verður um hvør skal hava hvat lendi. Leigukostnaðurin er settur til 100 krónur um árið.

Økini talan er um, er millum Vatna og uppi á Grind á Eiði. Um eftirspurningur er, verða økir í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder