Tá býráðið varð skipað í Klaksvík fyri beint yvir tveimum árum síðani, varð ein sonevnd Heilsunevnd sett á stovn á fyrsta sinni.
Nevndin tók á heysti í 2021 stig til at lýsa og kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein møgulig matarskipan kann verða sett í verk á Skúlatrøð. Ein arbeiðsbólkur, sum varð fjølbroytt umboðaður, hevur síðan arbeitt við einum áliti, sum avvarðandi nevndir í býráðnum hava viðgjørt og samtykt.
Hetta arbeiðið er nú komið so mikið langt, at søkt verður eftir einum kostfakligum starvsfólki, sum kann samskipa tilgongdina. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Forkvinnan í heilsunevndini, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, sigur, at uppgávan hjá starvsfólkinum verður at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat. Harumframt skal viðkomandi menna ein mat- og máltíðarpolitikk og taka sær av ymiskum praktiskum
-Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum gevur børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum.Tað hevur stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í skúla, soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg og vera kreativ. Tí gleðist eg um, at heilsunevndin hevur fingið undirtøku at raðfesta eitt átak, sum eg meti eisini viðvirkar til trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati.
Aðrir fyrimunur eru eisini við nýggi skipanini, vísir forkvinnan á:
-At hugsa meira umhvørvisvinarligt og burðardygt í mun til matvørur, kann eisini bara viðvirka til, at størri fokus verður á matvørur, sum longu eru og eisini kunnu dyrkast í nærumhvørvinum. Menningin tann vegin styrkir heilt sikkurt eisini felagsskapin og máltíðina, sum somuleiðis er sosialt heilsufremjandi.
Nýggja starvið er sett til at vera á 32 tímar um vikuna. Persónurin, ið settur verður, skal millum annað spæla høvuðsleiklut í at menna skipanina. Freistin at søkja starvið er um eina viku, 8. februar, og Annika S. Biskopstø sigur soleiðis um tað.
-Talan er um eitt nýtt og spennandi starv. Eg síggi góðar møguleikar fyri menning á hesum økinum, tí verður tað spennandi at fylgja gongdini, har kostfakligt starvsfólk saman við øðrum í arbeiðsumhvørvinum, fer at gera hugskot til veruleika
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald