Innanlands

Kommunulæknar flyta skjótt inn í Hoyvík

Allar fimm viðtalurnar í Kirkjustræti verða væntandi virknar síðst í september

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-21 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú líður væl til, at kommunulæknahølini, sum í løtuni verða gjørd í Kirkjustræti í Hoyvík, verða klár hjá 5 kommunulæknum at flyta inn í.

Væntandi kann kommunan yvirtaka hølini eftir summarfrítíðina. Tá ið hølini eru yvirtikin, byrjar innflytingin, og væntast kann, at síðst í september eru allar 5 viðtalurnar í Kirkjustræti virknar, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Í nøkur ár hava trupulleikar staðist av, at ikki øll kommunulæknastørvini hava verið sett í Tórshavnar kommunu. Fleiri borgarar hava síðstu árini ikki havt fastan kommunulækna, tí skiftandi avloysarar hava mannað nøkur kommunulæknastørv. Kommunan er vaksin nógv seinnu árini, og tí hava eisini verið borgarar, sum ikki hava havt fastan kommunulækna.

Heilsutrygd hevur umframt leysu kommunulæknastørvini í Tórshavnar kommunu eisini lýst eitt nýtt starv sum kommunulækni leyst til setan. Sambært Heilsutrygd, eru vónirnar góðar um, at kommunulæknar í næstum verða í øllum størvum í kommununi, og at allir borgarar í kommununi fáa egnan kommunulækna. 

Tað verða sostatt 14 kommunulæknaviðtalur í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder