Dorrit Bech Joensen, kommunulækni, fer at granska í glutenviðkvæmi (cøliaki), boðar Cøliakifelgaið frá í tíðindaskrivi.
Seinastu 10-12 árini eru 175 fólk staðfest við cøliaki, og talið er vaksandi. Helst tí, at størri uppmerksemi er ímillum læknar um sjúkuna í dag, skrivar felagið, sum fegnast um, at Dorrit Bech Joensen nú fer at granska í hesum.
Á aðalfundinum hjá Cøliakifelagnum, sum var í mai, segði Dorrit frá um lív sítt við cøliaki sum part av gerandisdegnum. Sum kommunulækni, og sum mamma í húski, har trý av fimm eru glutenviðkvom - maður hennara og tvær døtur.
Ofta ringt at fáa staðfest
Dorrit greiddi frá, hvussu trupult tað kann vera at fáa greinað sjúkuna rætt og harvið fáa staðfest, hvørt talan er um glutenviðkvæmi ella ei. Eitt nú tí at eyðkennini við cøliaki líkjast teimum frá so nógvum øðrum sjúkum – møði, magapína, leyst lív v.m.
Kommunulæknar leita fyrst og fremst eftir teimum mest vanligu og mest vandamiklu diagnosunum. Familja hennara er eitt gott dømi. Hóast lækna í húsinum, so gingu tað fleiri ár, áðrenn tey fingu kannað alt húskið fyri cøliaki. Maðurin, sum hevði havt sjúkueyðkenni síðani hann var smádrongur, og døturnar, sum vóru greitt merktar av sjúkuni, vóru positiv í blóðroyndini og fingu harvið staðfest cøliaki. Tað gjørdi, at familjan mátti broyta lívsstíl.
Spania gav andarhol
At byrja við var tað sera møtimikið at skula royna at broyta lívsstíl og leggja um kostin til fulnar. Men, so valdi familjan at taka eitt hálvt ár úr kalendaranum og flyta til Spania. Har er fokusið á og vitanin um glutenviðkvæmi munandi størri – eins og atgongdin til glutenfríar matvørur betri. Her lærdu tey seg at matgera glutenfrítt, og heimafturkomin hildu tey áfram við einum lívsstíli, har tey øll í húsinum eta kost uttan gluten, eisini tey bæði, sum ikki hava cøliaki. Eingin matur við gluten kemur á borðið hjá familjuni Bech Joensen.
Fer at granska
Dorrit, sum í løtuni er í farloyvi frá kommunulæknastarvinum, hevur játtað at fara undir at granska í cøliaki í samstarvi við Landssjúkrahúsið.
Dorrit gleðir seg at fara undir at granska glutenviðkvæmi í Føroyum, og vónar eisini so ella so at kunna samstarva við norskar læknar, ið vísa stóran áhuga fyri cøliaki.
Hetta vóru stórtíðindi at fáa, tí stórur tørvur er á at fáa granska og at fáa meira vitan um sjúkutíttleika og onnur viðurskifti kring sjúkuna í Føroyum, skrivar Cøliakifelagið.
Síðani 2008 hava áleið 175 føroyingar fingið staðfest cøliaki, og at fleiri fáa sjúkuna staðfest nú enn fyrr.
Sum felagið áður hevur víst á, so kann talið á fólki, ið hava cøliaki, vera munandi hægri enn talið á teimum, ið higartil hava fingið sjúkuna staðfesta. Cøliakifelagið hevur í seinastuni havt størri tilgongd av limum, ið kann vera tekin um, at fleiri fáa staðfest, at tey eru glutenviðkvom, og sostatt hava cøliaki, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald