Lars Løkke Rasmussen útskrivaði herfyri fólkatingsval at verða hósdagin 5. juni.
Hetta merkir at Føroya fólk grundlógardagin fáa møguleika at avgera, hvønn tey vilja skal umboða føroysk áhugamál á Fólkatingi.
Kommunurnar byrja nú so spakuliga at fyrireika seg til fólkatingsvalið. Fleiri kommunur hava longu gjørt vart við mannagongdirnar í samband við fólkatingsvalið og fleiri leggjast afturat hvønn dag.
Valhølini lata upp kl. 9 og veljast kann fram til kl. 20 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Teir veljarar, sum ikki hava møguleika at velja á valdegnum, kunnu velja við brævatkvøðu. Fleiri av kommununum gera vart við, at hetta skal gerast í seinasta lagi 3. juni. Leggjast skal til merkis, at tað er ymiskt frá kommunu til kommunu nær á degnum møguleikin at velja við brævatkvøðu endar.
Valkort verða send borgarum í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald